Pappírleysa skrivstovu

Hetta ljóðar sum ein dreymaverð, men er í dag møguligt. Fleiri og fleiri virkir uttanlands arbeiða í dag við at fáa alt pappír burtur av skrivaraborðinum.

Í dag finnst ongin undanførsla. Allur útbúnaður er tøkur til at gera skrivstovuna pappírleysa. Í seinastu viku hevði Formula.fo serligt tiltak, har fólk úr Danmark greiddu áhugaðum keyparum frá, hvussu farast skal fram, um virkir og stovnar vilja av við øll pappír á arbeiðsplássinum.

  Mátin, hetta verður gjørt uppá er, at so hvørt posturin, sum kemur við vanliga postboðnum (á teldumáli kalla snail-mail) kemur inn á skrivstovuna, verða øll brøv ljóslisin (skannað) inn á eina skipan, ið kallast Orbit. Tá tey eru ljóslisin inn í Orbit, kunnu pappírbrøvini gott koyrast ígjøgnum makrolatorin ella í pappírspannina. Við Orbit hevur tú møguleikan at senda innkomna postin víðari ? nú er hann bert í telduni í staðin fyri sum pappír.

  Hvat við pappírinum, kanst tú spyrja. Ja, her skal helst ein hugburðsbroyting til fyri at kunna taka avgerð um bert at koyra við elektroniskum dokumentum. Men hugsa vit um tað, so fer ein stórur partur av øllum samskifti í dag um teldupost, sum er elektroniskur, so avgerðin átti ikki verið so torfør.


Hvat skal til?

Hvat skal til fyri at fáa eina pappírleysa skrivstovu? Svarið er ikki so einfalt, tí tað velst um virkið/stovnin og hvat man ætlar at byrja við. Men í høvuðsheitum kunnu vit siga, at tað krevst ein ljóslesari (skannari), ein skipan, sum til dømis Orbit, har øll innlisin skjøl kunnu skipast í og til seinast er tað tann endaliga skipanin, ið skjalið skal goymast í.


Ljóslesarin

Í dag ber til at ljóslesa (skanna) við fleiri ymiskum tólum. Vit kunnu nevna, at ein kopimaskina kann útbyggjast til ljóslesara, faksmaskinan og so ljóslesarar, sum serliga eru gjørdir til endamálið. Á framsýningin hjá Formula.fo vístu teir ein Rank-Xerox ljóslesara, sum klárar at ljóslesa um 60 síður í eitt minutt.


Orbit

Orbit er ein skipan til ljóslesing, skráseting og raðfesting (indeksering). Umframt at standa fyri sjálvari ljóslesingini, kann Orbit eisini tillagast til eitt slag av datagrunni, har skjøl og til dømis postur kunnu skipast og goymast í. Í Føroyum hevur tekniska deild á Landssjúkrahúsinum fingið sær hesa skipan til at halda skil á tólum og tekningum av ymiskum slag. Onnur dømi um hvat Orbit verður brúkt til eru produktionsstyring, og úti á Formula.fo eru teir í ferð við at leggja vitunardatagrunnin hjá teknisku deild inn á Orbit.


Aðrar skipanir

Um vit til dømis hugsa um eina bókhaldsskipan sum til dømis Navision ella Concorde, so er møguleiki at ljóslesa øll bókingarskjøl inn í bókhaldskipanina og har bóka skjølini, fyri síðan at leggja tað elektroniska skjalið inn á sjálva bókingina. Tá ein seinni til dømis hyggur at einari ávísari bóking, kann man taka tað elektroniska skjalið fram á skermin í staðin fyri at leita upp og niður í ymiskum brævordnarum. Á størri virkjum er tørvur á at ábyrgdarpersónur váttar bókingarskjalið áðrenn tað verður bókað. Hetta er als ongin trupulleiki hjá Orbit at taka sær av.


EDI

Hetta við elektroniskum dokumentum verður vanliga stytt EDI (Electronic Document Interchange). Í framtíðini verður tað alt meira vanligt við elektroniskum dokumentum, so sum ordrar og fakturar. Her eru nógvir pengar at spara, ikki minst í almennu umsitingini. Hugsa vit um hvussu nógv pappír skal avgreiðast tá vørur verða innfluttar ella útfluttar, so er tað undrunarvert at tað almenna ikki gongur fremst. Tað vísir seg ofta at tað er har fløskuhálsurin er.

  Nú er so enn ein møguleiki at byrja við og tað er Orbit, sum er ein donskframleidd skipan og sum nú kann keypast frá Formula.fo.