Pappírini komin upp á pláss: Viljormur til NSÍ

Tað er nú endaliga greitt, at Viljormur Davidsen verður at síggja í gulu og svørtu NSÍ troyggjuni í seinnu hálvum av landskappingini. Hann hevur frammanundan spælt við FC Fyn.

 

Á midnátt í gjár smekkaði flytingarvindeyga í. Í Runavík gjørdu tey avtalu við 21 ára gamla verjuleikaran, Viljorm Davidsen, sum hevur verið liðskipari á U21 landsliðnum, um at koma aftur til NSÍ fyri restina av kappingarárinum.

 

Av tí at talan var um flyting millum lond, so komu pappírini ikki upp á pláss fyrr enn á middegi í dag. NSÍ hevði avgrett øll síni viðurskifti viðvíkjandi flytingini áðrenn seinastu freistuna í gjár.

 

Viljormur skal saman við Pól Jóhannus Justinussen styrkja um NSÍ liðið, sum annars hevur fingið nógv rós fyri eina góða byrjan, tá hugsað verður um stóru frágongdina.

 

Viljormur Davidsen er her avmyndaður við forkvinnuni í NSÍ, Kinnu Fritsdóttir Olsen.