- Trupulleikin mánadagin var óvæntaður, tí skipanin riggaði annars soleiðis, sum hon skuldi. Beint nú kann vit, hvat vit kunnu gera við trupulleikan, og vónandi vita vit meir seinni í vikuni.
Soleiðis sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálráðnum, eftir at landsroyndirnar blivu avlýstar mánadagin. Orsøkin, til at landsroyndirnar ikki kundu fara fram mánadagin sum ætlað, var, at onkur feilur var yviri í Kanada, har servarin er, men kontaktpersónurin, hjá Mentamálaráðnum í Kanada, var ikki til at fáa fatur á.
Hóast tað enn ikki er greitt, júst hvussu landsroyndirnar skulu fara fram, so slær Poul Geert Hansen fast, at landsroyndirnar vera.
- Landsroyndirnar eru ásetta við lóg, og tískil vera tær, men eg dugi bara ikki í løtuni at siga, nær tær verða, sigur Poul Geert Hansen.
Hann sigur, at næstu ferð, landsroyndirnar verða, fara tey at taka øll fyrivarni, og tískil skulu næmingarnir hava pappír og blýant við sær til royndirnar.
- Enn dugi eg ikki at siga, um landsroyndirnar verða talgildar, men líka mikið hvat, so skal pappír og blýantur verða tøkt hjá næmingunum, sigur Poul Geert Hansen.