Páparnir eldri enn mammurnar

Flestu nýklaktu páparnir í 2014 vóru millum 30 og 40 ár.

Hjá teimum 653 børnunum, ið vórðu borin í heim í Føroyum í 2014, vóru páparnir sum heild eldri enn mammurnar. Tað sæst í heilsulýsingini hjá Landslæknanum fyri 2014.


Meðan flestu kvinnurnar vóru millum 25 og 35 ár tá tey áttu, vóru flestu pápar millum 30 og 40 ár, tá teir gjørdust pápar.


Í heilsulýsingini sæst, at mammurnar eru í yvirtali í øllum aldursbólkum upp til 35 ár, men síðani taka menninir yvir.


Í aldursbólkinum 17 ár og yngri, hevur landslæknin skrásett ein nýklaktan pápa og seks nýklaktar mammur.


Fimm pápar vóru millum 17 og 19 ár, meðan 28 mammur vóru í sama aldursbólki.


Í 2014 vóru 87 børn fødd , har páparnir vóru millum 20 og 24 ár, meðan javnaldrandi kvinnurnar áttu 125 børn


Í aldursbólkinum 25 til 29 ár, hevur landslæknin skrásett 132 nýklaktar pápar og 180 nýklaktar mammur.


Seinasti aldursbólkurin har mammurnar eru í fleirtali, er í aldursbólkinum 30-34 ár. Í tí aldursbólkinum vóru 180 mammur, meðan páparnir vóru 159 í tali.


Í teimum restandi aldursbólkunum taka páparnir yvir. Í aldursbólkinum 40 til 44 ár vóru 65 nýklaktir pápar, meðan tað einans vóru 21 nýklaktar mammur.


Í aldursbólkinum yvir 45 ár eru páparnir einsamallir, tí ongin kvinna 45 ár ella eldri átti eitt barn í 2014. Harafturímóti, so gjørdust 29 menn í aldrinum 45 ár og eldri pápar í 2014.


Hjá 12 av teimum 653 børnunum, ið vórðu borin í heim í 2014, varð aldurin hjá pápanum ikki skrásettur.