Páparættindi skulu tryggjast næst

Eg fegnist stórliga um, at sammøður og børn teirra endiliga hava fingið nøkur sjálvsøgd rættindi. Øll foreldur og børn eiga at hava somu rættini og eins treytir.

 

Hetta er tíverri ikki galdandi fyri pápar í Føroyum. Næsta stig má og skal tí vera, at tryggja pápum nøkur heilt grundleggjandi rættindi til teirra børn.

 

 

 

Felags foreldramyndugleiki og samvera

 

Tað fyrsta er at tryggja, at felags foreldramyndugleiki er útgangsstøðið í Føroyum, eisini fyri ógift. Í dag skulu føroyskir pápar gjøgnum eina tunga, bureaukratiska mannagongd fyri yvirhøvur at fáa foreldramyndugleika at egnum barni. Pápin og mamman skulu søkja um at vátta felags foreldramyndugleikan, síðani skal pápin aftur senda eina váttan inn um faðirskapin, har ikki minni enn tvey óheft vitni eisini skrivliga skulu vátta, at umsøkjarin er tann, hann sigur seg vera. Alt hetta, bara fyri at fáa rætt at vera pápi at egnum barni.

 

Útgangsstøðið eigur at vera felags foreldramyndugleiki, og at tú ístaðin kanst søkja um at fáa fullan foreldramyndugleika, um hann IKKI skal vera felags. Hetta tryggjar automatiskt pápum nøkur grundleggjandi rættindi til teirra egnu børn.

 

 

 

Betri barsilsrættindi til pápar

 

Føroyskir pápar eiga eisini at fáa rætt til barsil við løn. Tá foreldur fáa børn, eiga tey í felag at kunna leggja barsilin til rættis. Men í dag eru sáttmálaviðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, ið beinleiðis forða fyri, at pápar kunnu taka meira av barslinum. Tað snýr seg um rættin til barsil við løn, sum nógvir pápar als ikki hava møguleika fyri í dag – einans mammur.

 

Eitt dømi – Sáttmálin hjá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum loyvir foreldrum at býta rættin til barsil við løn sínamillum. Men hetta er bara millum 14. og 24. viku, tvs. at pápin kann fáa 10 vikur við løn, men bara um hann fer í barsil meðan barnið er millum 3,5 og 5,5 mánaðir gamalt og enn liggur til bróst. Hjá pápum gevur tað nógv størri meining at fara í barsil, tá barnið byrjar at fáa fasta føði og verður meira leyst av bróstinum. Sjálvandi skulu pápar fáa rætt til barsil við løn, tá tað gevur mest meining at fara í barsil.

 

Úrslitið av hesum er, at vit pápar reelt ongan møguleika til barsil við løn. Og úrslitið av tí er, at vit pápar taka munandi minni av barslinum, enn vit ynskja, einans tí at tað fíggjarliga er ein forðing.

 

Hetta eiga foreldur frítt at kunna skipa sínamillum, soleiðis at bæði hava rætt til barsil við løn, óansæð nær í barslinum tað er.

 

 

 

Samvera

 

Rættindini til samveru eiga at vera nógv greiðari. Tað eru í hópatali av foreldrum, primert pápum, ið stríðast við at fáa samveru við síni egnu børn. Her eiga vit við lóg at tryggja nógv greiðari ásetingar, sum tryggja, at foreldur fáa samveru við sínum børnum.

 

Í mínari verð er talan um eitt heilt grundleggjandi rættindi hjá okkum menniskjum, at fáa rætt til og møguleika fyri at vera saman við okkara børnum, óansæð hvussu lívið og viðurskiftini millum foreldur nú einaferð eru vorðin.

 

Øll børn hava rætt til síni foreldur, og øll foreldur hava rætt til síni børn!

 

Grundleggjandi er eisini, at foreldur fáa fríar teymar at skipa síni viðurskifti sjálvi.

 


Rógvi Nybo,

 

Pápi at trimum og aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi