Tað hevur sera stóran týdning, at barnið hevur tætt samband við bæði foreldrini. Nógvir pápar í eru dag teir týdningarmestu umsorganarpersónarnir, sum barnið hevur, men hóast hetta, so vil Javnstøðunevndin kroysta pápakvotur niður yvir pápar í staðin fyri at arbeiða fyri at pápar fáa sama rætt sum mammurnar.
Tað hevði ikki verið javnstøða, at givi tí eina foreldrinum betri rætt en hitt, tað hevði verið at skapt ein apartheid politikk.
Tað er ov galið at eingin politiskur flokkur hevur arbeitt fyri at betra um rættindini hjá pápum og tað sær heldur ikki út til at tað eru útlit fyri hesum.
Pápar eiga at fáa líka langt barnburðarfarloyvi sum mamman fær, tað er skeivt at seta mammuna í miðdepilin tá tosa verður um barnið, tað er ein avoldaður hugburður, sum als ikki fremur nakra javnstøðutankagongd. Handan har 14 daga ”stuearrestin”, sum javnstøðunevdin og nøkur tingfólk, vilja kroysta niður yvir páparnar vekur sjálvsagt mótboð hjá mongum pápum. Kvotur vilja altíð verða av tí ónda, tí tað skapar ein mismunar politikk, mammur eiga ikki at hava ein framíhjárætt á nøkrum øki, líkarættur er eitt sjálvsagt krav.
Tað skal sjálvandi verða familjurnar sum eiga at avgera, hvussu tær nýta farloyvistíðina, politikarar skulu ikki blanda seg uppí hvussu ein familja vil liva sítt familjulív.
Tað er ov lætt at fara av landinum børnunum, børnini eru framtíðin hjá samfelagnum og demografipyramidan hjá skal betrast í neðra. Vit eiga tí at hava somu reglur sum í øðrum londum, tá farast skal av landinum við børnum.
Í Føroyum hevur kjakið um rættin hjá pápum snú seg um, um teir skulu blakast heim í 14 dagar ella ei! Tað kann ikki verða meira nirðandi fyri eina pápa at hoyra sovorði møsn í 2015 av hálvgomlum kvendum, sum hava sína tankagongd nærum hundrað ár aftur í tíðini. Setið heldur pápan í miðdepilin fyri einaferð skuld og gevi honum sama rætt til barnið sum mamman hevur, tí tað hann sum er um tey til dagligt kortini. Páparættindi skulu snúgva seg um annað enn barnshurðarfarloyvi, fá tað so inn í knokkin kvinnur!
Róði Hansen Dam
Valevni hjá Tjóðveldi