Papandreou gevst sum floksformaður

Fyrrverandi grikski forsætisráðharrin George Papandreou kunngjørdi seinnapartin, at hann leggur frá sær sum formaður í sosialdemokratiska flokkinum Pasok. À fundi við valnevnd floksins boðaði hann samstundis frá, at hann ætlar sær ikki at royna at gerast grikskur forsætisráðharri aftur.

George Papandreou legði frá sær sum forsætisráðharri í november fyri at lata eina skiftisstjórn, sum er mannað við embætismonnum og serfrøðingum, taka við landsins leiðslu og royna at bjarga landinum upp úr skuldarkreppuni.

Grikski búskapurin er rendur fullkomiliga fastur, og bara hjálp frá Altjóða Gjaldoyragrunninum og evrulondum hevur forðað fyri, at landið er farið á húsagang.