Venjarin hjá Sunderland hevur ongantíð verið sum hini børnini. Tað sást longu í fyrstu dystunum hjá honum, sum venjara hjá norðurenska Premier League felagnum, tá hann tók við í farna kappingarári og bjargaði felagnum lívinum í bestu deildini.
Longu í fjórða umfarinum í hesum kappingarárinum, var hann aftur at finna í yvirskriftunum í bretsku bløðunum. Tað var í dystinum móti Arsenal, at italski venjarin gjørdist í øðini um dømingina, tá dómarin valdi at geva Sunderland fríspark og verjuspælara hjá Arsenal gul kort, tá áleyparin bara sekundir eftir brotsgerðina skoraði.
Dómarin, Martin Aktinson, valdi at vísa Paolo Di Canio av vøllinum.
- Venjari hjá Sunderland, Paolo Di Canio, hevur fingið ásettu bótina á 700.000 krónur, fyri at hava játtað seg sekan í óhøviskum atburði í dystinum móti Arsenal, skrivar enska Fótbóltssambandið.
Sostatt slapp Paolo Di Canio undan einum venjarabannið, og kann verða á bonkinum, tá Sunderland næstu ferð spælir.