Paolo Di Canio koyrdur

Umstríddi italiumaðurin er koyrdur sum venjari hjá Sunderland

Italski venjarin hjá Sunderland, tann umstríddi Paolo Di Canio, er nú koyrdur. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá.

 

Hann náddi at verða venjari í 13 dystum fyri Sunderland. Hann bleiv settur sum bjargingarmaður í farna kappingarári. Tá eydnaðist honum at bjarga lívinum í bestu deildini.

 

Til kappingarárið í ár hevur hann verið ein umstríddur maður í Sunderland. Hann hevur selt og keypt í hópatali, og hevur gjørt seg ókláran við fleiri nú fyrrverandi spælarunum.

 

Millum annað keypti hann 14 spælarar og seldi 15.

 

Byrjanin upp á kappingini hevur verið alt annað enn góð, og felagið liggur niðast í Premier League, eftir fimm umfør.

 

Fyribils venjari verður Kevin Ball. Sunderland skal týskvøldið spæla móti Peterborough í Liga Cup.