Paolo Di Canio fingið lív í Sunderland

Sunderland vann í dag 3-0 móti grannunum og arvafíggindanum, Newcastle. Hetta er fyrsti sigurin við Paolo Di Canio á odda. Litríki italiumaðurin var sjónliga fegin um sigurin.

 

Uppgerðirnar millum Newcastle og Sunderland er tiltiknar fyri at verða harðar og hendingaríkar. Dysturin í dag var heldur einki undantak. Men úrslitið var nakað óvæntað ein 3-0 sigur til gestirnar úr Sunderland.

 

Longu undan dystium var rok, tá bussurin hjá Sunderland kom á St. James’ Park leikvøllin. Mælsku viðhaldsfólkini hjá Newcastle gjørdu alt tey kundu fyri at fortelja Paolo Di Canio hvat tey halda um hann og lið hansara.

 

Á vøllinum vóru Paolo Di Canio og Sunderland omaná. Í fyrra hálvleiki legði Stephane Sessegnon Sunderland á odda. Í seinna hálvleiki skuldi Papiss Cisse av rættum havt javnað fyri Newcastle, men hjálpardómarin hevði flaggið á lofti fyri rangstøðu. Tíverri fyri hann og Newcastle, so vísa sjónvarpsmyndirnar, at Papiss Cisse ikki var rangstaddur.

 

Løtu seinni økti Adam Johnson til 2-0, áðrenn David Vaughan átta minuttir fyri tíð pløkkaði bóltin upp í málhornið við framúr skoti.

 

Maðurin í brennideplinum var sjálvandi Paolo Di Canio, sum gav sítt íkast til eina hendingaríka grannauppgerð við at dansa og hoppa á síðulinjuni. Gjøgnum allan dystin hoyrdust Sunderland viðhaldsfólkini rópa navnið á nýggja venjaranum. Líkt er til, at Paolo Di Canio hevur fingið lív í Sunderland.