Danska fyritøkan Gastrolux framleiðir serligar pannur, grýtur og annað til dagligu matgerðina. Tað, sum er serligt við hesum køksamboðum, er, at tað ikki er neyðugt at steikja matin í feitti.
Krista og Fríðbjørn Poulsen siga, at áhugin fyri vørunum er stórur millum fólk. Tey hava havt einaumboð upp á Gastrolux produktini síðan 1990.
Fyrstu tíðina var handilin í Niels Finsensgøtu opin tveir dagar um vikuna frá 16 ? 17.30, men nú er hetta broytt soleiðis, at handilin er opin eftir avtalu, og fólk eru vælkomin at ringja á telefon 215599 ella 217599.
Gastrolux Føroya er eisini ein postordrahandil, har fólk kunnu ringja og biðja um faldaran við teirra vøruúrvali. Vørurnar verða sendar við postinum kring alt landið.
Krista og Fríðbjørn Poulsen við teirra vøruúrvali í serhandlinum Gastrolux Føroya í Niels Finsensgøtu 31 í Havn










