Panikkur í Smyril Line

Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla, heldur, at leiðslan og partaeigararnir í Smyril Line hava misskilt sína uppgávu, men tað avsannar nevndarformaðurin -Smyril Line hevur øll eyðkenni hjá einum felag í avtøku og tað er týðiligt, at tað er panikkur í bæði leiðsluni og í partaeigarunum, heldur Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla.

Í grein í Sosialinum skrivar hann, at leiðsla og partaeigarar í Smyril Line hava misskilt sína uppgávu, tí tað ber ikki til at royta hárið av einum berskøllutum. Við hesum sipar hann til orðini hjá nevndini um, at felagið skal geva partaeigarunum avkast. Reidar Nónfjall heldur, at tað má hava størri týdning at fáa felagið á rættkjøl.

Nevndarformaðurin í Smyril Line, Hákun Djurhuus, sigur við Sosialin, at partaeigararnir hava ongar ætlanir um at tøma felagið og at rinda vinningsbýti, fyrr enn felagið er tryggjað fíggjarliga. Hann leggur tó afturat, at grundtankin við øllum íløgum er, at tær skulu geva pening av sær, og so leingi íløgan í Smyril Line ikki ger tað, er støðan ikki nøktandi.