Panikkloysn at flyta Strandferðsluna

Thomas Arabo hevði ikki valt at flutt umsitingina av Strandferðluni til Tvøroyrar.
– Hatta er lokalpolitikkur, sum ikki hoyrir heima í landspolitikki, sigur hann, sum heldur hevði rationalisera stovnin

Thomas Arabo, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni og fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum sigur við Sosialin, at flytingin av SSL er ein reint politisk avgerð, og at hatta er slíkt sum hendir, tá landsstýrismenn føra lokalpolitikk í staðin fyri landspolitikk.
- Eg eri harðliga ímóti at landsstýrismenn føra lokalpolitikk, tí tað er ikki uppgávan hjá landsstýrinum, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum. Tó sigur hann seg skilja og eisini taka undir við ynskinum um at leggja almenn arbeiðspláss út um landið. Eisini skilur hann væl, at suðuroyingar vilja hava fleiri almenn arbeiðspláss suður.
- Tað er næstan ógjørligt at flyta ein tílíkan stovn uttan at hann smildrast, eitt nú tí tað ávirkar lagnurnar hjá so nógvum familjum. Heldur áttu myndugleikarnir at stungið út í kortið, at nýggir stovnar, so vítt gjørligt, skulu leggjast uttan fyri Havnina, sigur hann.

Umsiting umborð
Um Thomas Arabo ráddi, hevði hann fyrst av øllum rationalisera driftina av Strandferðsluni. Hann sigur seg undrast um, at so nógv fólk enn starvast í umsitingini, tí virksemið á stovninum er minkað niður í ein triðing síðstu tíðina.
- Hatta virkar sum ein turrgeld flyting, sum ongin rationalisering er í, og tá er lítið høpi í henni, sigur Thomas Arabo, sum heldur hevði lagt umsitingina umborð á skipini, tí, sum hann tekur til, so er tøknin og tólini so framkomin í dag, at tað hevði væl borið til.
- Tey duga so nógv umborð, yvirmenn og starvsfólk, og harafturat er umstøðurnar framúr góðar í dag. Alt sum eitur innkeyp og bókhald kundi verið umsitið umborð, sigur Thomas Arabo. Lá tað til hansara, vóru bert leiðsla, inspektørur og ein skrivari á landi.
- Og ein inspektørur hevði ikki virkað væl á Tvøroyri, tí hann skal til eina og hvørja tí skjótt og ómakaleyst sleppa umboð á allar eindirnar, og tað ber illa til av Tvøroyri, sigur Thomas Arabo.

Tinganes lekur
Viðvíkjandi handfaringina av málinum, sum starvsfólkini hava verið sera ónøgd við, sigur Thomas Arabo, at her er talan um eina reint politiska avgerð, sum snýr seg um at flyta ein stovn.
- Her klandri eg ikki landsstýrismanninum, tí hann ræður suverént. Nú er upp til komandi leiðsluna á stovninum at føra politiska viljan út í lívið, og at síggja til, at alt verður avgreitt so virðiligt sum til ber. Politikarar blanda seg alt ov ofta uppí rakstraruppgávur hjá stovnsleiðslunum, og tað er ikki rætt. Tí var tað eisini natúrligt, at Jacob Vestergaard boðaði frá politisku avgerðini og onki annað, sigur Thomas Arabo.
Viðvíkjandi tí, at starvsfólkini frættu boðini gjøgnum Portalin, sigur Thomas Arabo, at tað sjálvsagt er óheppið.
- Men tað er ikki nakað nýtt at tað lekur í Tinganesi, staðfestir Thomas Arabo.