Panic í HB

Í gjárkvøldið kom serbiski spælarin Jovan Radinovic-Panic til Føroya at royna síni fótbóltsevni. 26 ára gamli miðvallarin kemur úr Beograd, har hann hevur spælt fyri felag í næstbestu deildini. HB hevur fingið samband við serban ígjøgnum fótbóltsumboðsmannin Jákup í Stórustovu, og í fyrstu atløgu er talan um royndarvenjing í HB. Høvuðsstaðarfelagið vónar tó, at spælarin fer at vísa tær dygir, sum felagið vónar og væntar, so at hann kann spæla fyri HB í hesum kappingarárinum.