Sum siður so gav fótbóltspanelið, sum í dag var mannað við Ólavi Larsen, André Olsen og Tróndi Arge sær eisini tíð at tippa dystirnar í Premier League og FA Cup.
Menn vóru ikki samdir um útfallið (1X2) í teimum ymisku dystunum, tó við undantaki av fjórðingsfinaluni millum Manchester City og Wigan á Etihad leikvøllinum í Manchester.
Í fjør skelkaði Wigan fótbóltsheimin við at vinna á Manchester City í finaluni í FA cup kappingini. Mennirnir í panelinum vóru samdir um, at hesaferð megnar Wigan, sum spælir í næstbestu deildini ikki at gera enn eitt fótbóltsundur.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra hvat mennirnir í panelinum tippaðu.