Klokkan 19.45 í annaðkvøld spælir føroyska A-landsliðið á triðja sinni undankappingardyst ímóti Norðurírlandi á tí kenda Windsor Park leikvøllinum í Belfast. Vit hava bæði góð og ring minni ímóti Norðurírlandi. Tvær ferðir, í 2010 og í 1991 hava vit megnað 1-1 javnleikir ímóti norðurírum, somu ár hava vit tapt 0-4 og 0-5 ímóti Norðurírlandi.
U21 landsliðið varð eitt brent brotsspark frá at megna ein 1-0 sigur ímóti Norðurírlandi í tí næstseinastu undankappingini. Talan varð um dyst í Gundadali. Á útivølli gjørdist tó talan um ein 4-0 sigur til Norðurírland. So tað er aðru hvørja ferð ein góður javnleikur, og aðru hvørja ferð ein stórsigur til norðurírar.
André Olsen og Tróndur Arge hella meir til, at tað hesaferð verður ein norðurírskur sigur, heldur enn ein góður javnleikur. Teir ynska tó báðir av hjarta, at føroyska liðið mótprógvar hesum, og fær eitt gott úrslit.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr metingarnar hjá André Olsen og Tróndi Arge.