Panelið: United røkkur neyvan hálvfinaluni

Fótbóltspanelið hjá Rás2 metti um tær komandi fjórðingsfinalurnar í Champions League

Seinni parturin av fótbóltspanelinum, sum í dag var mannað við Ólavi Larsen, Teiti Joensen og Tróndi Arge snúði seg um Champions League og Premier League. Panelið tók eisini samanum teir fyrstu 999 dystirnar hjá Arsene Wenger, sum stendur á odda fyri Arsenal í dysti nummar 1.000 ímóti Chelsea á útivølli í morgin klokkan 12.45.

 

Mennirnir sum manna panelið eru stórt sæð samdir um, at Arsene Wenger er tann næststørsti høvuðsvenjarin í søguni hjá Premier League aftaná Alex Ferguson.

 

Tá um Champions League ræður gav panelið ikki Manchester United teir stóru møguleikarnar at spæla seg víðari í hálvfinaluna. Manchester United møtir Bayern München, sum er í stórformi.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Tróndur Arge, Teitur Joensen og Ólavur Larsen høvdu at siga um Premier League og Champions League.