Panelið: Skelkandi vánaligt United avrik

Fótboltspanelið hjá Rás2 spardi ikki uppá kritikkin av Manchester United

Tróndur Arge, Ólavur Larsen og André Olsen mannaðu aftur fótbóltspanelið hjá Rás2 hesa vikuna.

 

Panelið viðgjørdu vánaliga avrikið hjá Manchester United á útivølli ímóti Olympiakos í Champions League, har United tapti 0-2. Serliga Ólavur Larsen og André Olsen vóru skelkaðir av hugburðinum, og av spælinum.

 

Panelið gav sær eisini tíð til at meta um komandi umfarið í Premier League, og at meta um Liga Cup finaluna millum Sunderland og Manchester City.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Ólavur Larsen, Tróndur Arge og André Olsen høvdu at siga um Champions League og Premier League.