Næsta evnið hjá fótbóltspanelinum hjá Rás2 í dag, sum varð mannað við Eliesari Olsen og André Olsen var flytingarvindeygað, har teir báðir komu við sínum hugsanum um hvørji feløg er komin best, og hvørji eru komin minni væl frá flytingarvindeyganum.
Triðja evnið var komandi umfarið, 16. umfar í effodeildini, har Eliesar og André tippaðu dystirnar (1X2), umframt, at teir tippaðu úrslitini av dystunum.
Eliesar og André eru samdir um, at HB og B36 vinna sínar heimadystir á ólavsøku ímóti ávíkavíst B68 og KÍ. Teir eru tó ikki samdir um útfallið av hinum báðum dystunum: ÍF-Skála og AB-EB/Streymur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr metingarnar hjá Eliesari Olsen og André Olsen.










