Sum vanligt er, so metti fótbóltspanelið hjá Rás2, André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge um umfarið í effodeildini.
Og teir tríggir eru ósamdir um dystin NSÍ-HB, sum Rás2 annars sigur frá sunnudagin klokkan 17.15.
Panelið viðgjørdi eisini Sepp Blatter, sum ætlar at taka enn eitt tørn, sum FIFA-forseti, umframt, at avrikini hjá TB í 1. deild vóru sett undir luppin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum fótbóltspanelið hevði at siga um 13. umfar í effodeildini, sum verður á skránni hetta vikuskiftið.