Eitt spennandi umfar er í vænti í effodeildini.
André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið á Rás2 í dag.
Teir mettu og tippaðu teir fimm dystirnar í effodeildini hetta umfarið. Teir eru samdir um, at HB vinnur á AB úti á Argjum, men eru ikki samdir um útfallið av hinum fýra dystunum.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum panelið hevði at siga um umfarið í effodeildini hetta vikuskiftið.