Panelið: Aguero kann vinna gullbóltin

(Ljóðbrot) André Olsen og Tróndur Arge mettu um Premier League í panelinum hjá Rás2 í dag

André Olsen og Tróndur Arge mannaðu partin av panelinum hjá Rás2, sum viðgjørdi Premier League í dag.

 

Sum altíð, so tippaðu teir útfallið av teimum 10 dystunum, sum verða leiktir hetta vikuskiftið.

 

André og Tróndur eru samdir um, at tað manglar ikki nógv í, at framherjin hjá Manchester City, Sergio Aguero kann vinna gullbóltin, og verða valdur til besta spælaran í heiminum, men tað verður sjálvandi í harðari kapping við Messi, Ronaldo og møguliga Luis Suarez.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum André Olsen og Tróndur Arge høvdu at siga um Premier League í dag.