Panama og USA heimsmeistarar í karaoke

Føroysku luttakararnir í heimsmeistarakappingini í karaoke eru væl nøgdir.

Føroysku luttakararnir í heimsmeistarakappingini í karaoke eru væl nøgdir.

 

Ársins heimsmeistar í karaoke eru Diana Villamonte úr Panama og Anthony Montius Magee úr USA.

 

– Hálvfinala og finala var í kvøld, og tíverri vunnu okkara luttakarar úr Føroyum seg ikki víðari í gjár, sigur Kenneth Hovgaard Djurhuus úr føroyska ferðalagnum.

 

– Samanumtikið hevur støðið verið sera høgt, og vit kunnu bara vera errin av at hava fingið møguleikan at umboða land okkara, sigur hann.

 

Komandi ár verður kappingin í Singapore, og føroyingar eru sjálvandi eisini við tá, sigur hann.