Stóra norska alifelagið Pan Fish, sum varð endurskipað herfyri, skal hava upp ímóti 200 milliónum krónum í nýggjum partapeningi, men samstundis sum stýrið biður um nýggjan partapening, ávarar tað fólk ímóti at seta pengar í felagið.
Tá tilboðstilfarið hjá stýrinum varð almannakunngjørt fyrradagin, gjørdi stýrið samstundis vart við, at sjálvt um felagið hevur endurfíggjað sína skuld, kann tað væl henda, at fíggjarstøðan fer at versna aftur. Grundgevingarnar eru lágur laksaprísur, sjúkur og tann sterka norska krónan. Tí eiga tey, sum velja at seta pengar í felagið, at gera sær greitt, at íløgan er rættiliga ótrygg, og at vandin fyri at missa pengarnar tí er stórur.
Tekningarvirðið á einum partabrævi í Pan Fish er 50 norsk oyru, og freistin at seta pengar í felagið er úti tann 4. februar.