Pan Fish stórt hall

Stóra norska alifyritøkan Pan Fish hevði í apríl ársfjórðingi 248 milliónir krónur í halli fyri skatt.

Somu mánaðir í fjør hevði fyritøkan 304 milliónir krónur í avlopi.
Úrslitið í apríl ársfjórðingi ber í sær, at Pan Fish hevði 415 milliónir krónur í halli fyrra hálvár í ár ímóti 600 milliónum krónum í avlopi fyrra hálvár í 2001. Sjálvt rakstrarúrslitið fyri fyrra hálvár í ár var 190 milliónir krónur í halli, meðan tað sama tíðarskeið í fjør vísti 192 milliónir krónur í avlopi.
Pan Fish sigur, at felagið fer nú at hækka partapeningin við upp til 550 milliónum krónum. Tað er neyðugt, tí bankarnir Nen norske Bank og Nordea hava kravt størri eginpening í felagnum fyri at endurfíggja skuldina hjá felagnum.