BÚSKAPUR
Pan Fish bjóðaði til tíðindafund týsdagin á ríkmannagistingarhúsinum Continental, hinumegin vegin fyri Nationaltheatret í hjartanum av Oslo. Á skránni eru roknskapartølini fyri annan kvartal í ár.
Pan Fish kom sum eitt skot inn í alivinnuna fyri fáum árum síðani. Keypti seg inn í ein stóran part av norsku alivinnuni. Tá hesin marknaðurin gjørdist ov lítil, fóru teir út í heim og keyptu seg inn í fleiri londum. Millum annað inn í føroyskar alifyritøkur.
Søgurnar um støðuna hjá Pan Fish java gingið heitar seinastu vikurnar. Virðið á partabrøvunum er fallið nógv í summar ? frá 15-20 krónur partabrævið til umleið fimm krónur. Týsdagin var virðið umleið krónur 3,50. Hetta kann samanberast við at miðalvirðið seinastu árið hevur ligið millum 40 og 50 krónur.
Á tíðindafundinum ? har góður matur í mongdum verður bjóðaður fram til meklarar, analytikarar og tíðindafólk ? sigur Arne Nore, at Pan Fish í heyst má hava hendur á umleið 600 milliónum ferskum krónum til fyritøkuna. Virðið á Pan Fish er í dag umleið 550 milliónir krónur. Hetta kann so samanberast við, at fyritøkan fyri bert stuttari tíð síðani stóð at hava eitt virði uppá fleiri tíggjutals milliardir.
Arne Nore avvísir, at teir umhugsa at selja Pan Pelagic ella partar av Pan Pelagic ? undirfyritøkan sum skuldi tryggja Pan Fish atgongd til fiskamjøl, tá hetta um nøkur ár gerst mangulvøra og trupul at fáa hendur á hjá alarum. Harafturímóti váttar hann, at teir hava selt rættindini í nøkrum fiskiskipum, og at fleiri verða seld um rætti prísurin fæst fyri tey.
Men Arne Nore sigur sjálvur, at hóast støðan í løtuni er dekan ov lak, so hevur hann góðar vónir um framtíðina.
? Alivinnan bara veksur. Fólk vilja hava meir fisk. Tað ger at fleiri trúgva uppá alivinnuna, sigur Nore. Hann vísir á, at støðan var meir hættislig í 1991, tá fleiri alifyritøkur fóru á heysin.
? Higartil hava vit ikki sæð, at nakar er farin á húsagang, sigur Arne Nore, sum sjálvur ætlar sær at seta pengar í fyritøkuna, tá leitað verður eftir feskum pengum til Pan Fish seinni í heyst.
Bankin hevur
um endan
Á virðisbrævamarknaðinum spyrja fleiri seg, hvussu Pan Fish-leiðslan kundi lata skútuna sigla so leingi, uttan at biðja um neyðugt viðlíkahald. Álitið á Arne Nore og restina av Pan-leiðsluni er í løtuni sera lítið.
Eingin torir heilt at siga, um Pan Fish fær hendur á umleið 600 milliónum krónum seinni í heyst. Tað er ivasamt, hvør vil seta pengar í fyritøkuna í dag. Orsøkin til, at feskir pengar mugu inn í fyritøkuna er eitt krav frá bankunum um, at eginognin skal økjast frá 15 til 25 prosent. Hetta skal vera upp á pláss seinast komandi summar.
Tað eru meklaraúsini DnB Markets, First Securities, Nordea Securities og Pareto Securities, sum skulu leita eftir teimum, sum vilja seta pengar í Pan Fish.
1. juli var skuldin í Pan Fish umleið seks milliardir krónur. Skuldin er nú endurfíggjað við einum láni upp á knappar 4,5 milliardir krónur í DnB og Nordea. Hetta lánið skal vera goldið innan fimm ár.
Sum støðan er, so hevur Pan Fish ongar pengar á bók. Fyritøkan má hava umleið eina milliard krónur fyri at rinda lán og til at halda alibrúkini við líka.
Pan Fish stýrir í løtuni á eini knívsegg. Bankarnir gera alt fyri at bjarga fyritøkuni. Um tað miseydnast, so missa bankarnir milliardir, og tað vilja teir gera nógv fyri at sleppa undan.