Pan Fish 49% í »Krúnuni«

Norska blaðið Fiskaren skrivar, at Pan Fish hevur keypt 49 prosent av partapeninginum í føroyska skipinum »Krúnan«

 

Pan Fish hevur keypt seg inn í føroysku alivinnuna og nú roynir norska felagið eisini at keypa seg inn í føroysk nótskip. Fiskaren skrivar, at Pan Fish hevur keypt seg inn í 4 reiðarí og eitt av teimum er føroyska felagið, sum eigur »Krúnuna«.

Tey fýra nótaskipini, sum Pan Fish hevur keypt seg inn í eru «Havbas», «Kamøyfisk», «Østerbris» og «Krúnan», og í øllum førum er talan um 49 prosent.

Multifisk eigur «Havbas», Tromsø, Edmund Brynjulfsen í Kamøyfisk AS eigur «Kamøyfisk», «Østerbris» eigur AS Olav Østervold og «Krúnuna» eigur føroyska felagið AS Djúphav, skrivar Fiskaren.

 

Tryggja sær rávøru

Í tíðindaskrivi frá felagnum verður sagt, at til tess at tryggja sær framleiðsluna í alingini av laksi, hevur Pan Fish ASA keypt seg inn í hesi feløgini.

Og nótaskipini verða so øll løgd í eitt felag, Pan Pelagic ASA, sum er undir stovnan og seinni í ár verður felagið so børsnoterað.