Bill Justinussen
Fornermaður útlendskur kapitalur
Royndin at fáa fingrarnar í krúnuni á føroyska vinnulívinum, Havsbrún, miseydnaðust. P/f Varðin seldi sín partapening aðrar vegir, og ognin var varðveitt á føroyskum hondum. Áhugavert var at hoyra viðmerkingarnar frá stjóranum í Pan Fish, tá hesin mátti staðfesta ósigurin: So byggja vit bara eina nýggja fóðurverksmiðju á norska vesturlandinum at kappast við Havsbrún. Síðani varð fráboðað, at føroysku alibrúkini, sum Pan Fish eigur í, einaferð í framtíðini koma at keypa fóður frá norsku fóðurfram-leiðarunum heldur enn frá Havsbrún.
Skúladømi
Hendan framferð er eitt skúladømi um, hvussu væntast kann, at útlendskur kapitalur kemur at seta dám á føroyskt vinnulív. Um Pan Fish ger, sum teir í vikuni boðaðu frá, kann turt staðfestast, at í hesum føri vil útlendskur kapitalur, so sum fleiri hava ávarað ímóti, minka um virksemið í føroysku vinnuni. Við sínum ætlanum um at keypa fóður úr Noreg heldur enn úr Føroyum, sum teirra ?føroysku? alibrúk enn gera, koma teir at flyta arbeiðspláss og inntøkur úr føroyskum vinnulívi til Noregs. Og sjálvt um Havsbrún eru og verða kappingarførir, vil tað ikki fáa ?føroysku? alibrúkini hjá Pan Fish at keypa føroyskt fóður. Og um fóðurprísurin í Pan Fish-fyritøkuni í Noreg verður tvífaldaður, vilja teir framvegis keypa úr Noreg, tí eigarin er hin sami aftanfyri, og sostatt liggur samlaði vinningurin í somu lummum, tá avtornar. At vit føroyingar missa nøkur arbeiðspláss og nakrar inntøkur, og landskassin missir skattainntøkur, gerst bara ikki við, tí útlendski kapitalurin hevur so ?mennandi? ávirkan á føroyskt vinnulív, verður sagt.
Hvar fer útlendski kapitalurin
Spurningurin er: Hvar endar tann útlendski kapitalurin, sum verður investeraður í Føroyum. Higartil má ásannast, at fyri ein stóran part endar hann í lummunum á partaeigarum, sum selja síni partabrøv og harvið fara burtur úr vinnuni. At selja partabrøv fyri yvirkurs kemur í nógvum førum ikki vinnuni tilgóðar. Um t.d. Pan Fish hevði keypt partabrøvini í Havsbrún, hevði hesin peningur ikki komið Havsbrún tilgóðar, men einans partaeigarunum, sum fara burturúr. Og tá Pan Fish og aðrir útlendingar hava keypt partabrøv í føroyskum alibrúkum, eru alibrúkini ikki vorðin ríkari, men teir privatpersónar ella feløg, sum einaferð settu partapening í feløgini. Og tann peningurin verður neyvan brúktur í alibrúkunum.
Hvørji áhugamál hevur kapitalurin
Tað er sjálvsagt, at ongin útlendingur hevur áhuga í at seta pening í føroyska vinnu, uttan so er, at hann sær fyrimunir við tí. Fyrst og fremst avkast, síðani rættindi og avgerðarrætt. Tí fara teir eftir partabrøvum, tí hesi geva ognar- og avgerðarrætt. Og tá kapitalurin hevur eina uppgávu, nevniliga at vaksa og gerast størri, spyr hann ikki eftir áhugamálum føroyinga. Um hann ein dag sær fyrimunir í at flyta ella niðurleggja t.d. eina alifyritøku, tí okkurt annað loysir seg betri, ella orsakað av innanhýsis kapping, ger hann tað uttan himpr.
Ein ítøkilig ávaring
Framferðin hjá Pan Fish skuldi sagt okkum, at neyðugt er at vera á varðhaldi. Ein fíggjarligur risi hevur ongar trupulleikar at gjalda 100 ella 200 milliónir ov nógv fyri eina fyritøku, um tað tænir teirra endamáli. Og Pan Fish er neyvan einasta dømi. Føroyar eru eitt sera áhugavert landafrøðiligt øki, tí umhvørvið er heimsins reinasta, og vit liggja fjart frá næstu strond. Skaparin hevur givið okkum stórar dýrgripir, sum vit eiga at umsita við skynsemi og ikki avreiða fyri løtuvinning. Okkara forfedrar lótu okkum landið til láns, ta tíð, vit eru uppi á døgum, og okkara skylda er at lata tað víðari til okkara børn í sama ella betri standi.










