Pamela var við á telefonini

Stóra miðlashowið hjá Sea Shepherd endaði við telefonsamtalu við Pamelu Anderson

Í dag skuldi heimskenda sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson verða í Føroyum og vísa sín stuðul til Sea Shepherd herferðina, men tað, sum skuldi verða eitt stórt miðlashow, endaði við telefonkonferansu á Hotel Føroyum.

Pamela Anderson skuldi flúgva til Føroya úr Danmark í leiguflogfari í morgun, og hon var farin á flogvøllin, men flogskipararnir hildu ikki, at veðrið var til vildar hjá lítla flogfairnum at lenda í Føroyum, og tí varð ferðin avlýst.

Sea Shepherd helt tó fast um tíðindafundin, har Pamela Anderson skuldi luttaka, men í staðin fyri at verða til staðar, svaraði Pamela spurningum umvegis telefonina.

Sea Shepherd vónar framvegis, at Pamela Anderson kemur til Føroya í hesi vikuni.