Pamela tíðindafundurin er blivin kjak

Fundurin á Hotel Føroyum er endaður við kjaki millum føroyingar og Sea Shepherd – Pamela hevur stórar løtur sitið og blomstrað millum Sea Shepherd fólkini

Tann sokallaði tíðindafundurin hjá Sea Shepherd á Hotel Føroyum, har sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson luttekur, er blivin kjak millum føroyingar og serliga Sea Shepherd leiðararnar, sum eru við á tíðindafundinum.

Pamela Anderson svaraði nøkrum spurningum at byrja við, men drúgvar partar av tíðindafundinum hava Hans Jacob Hermansen, sum umboðar Grindamannafelagið, og Sea Shepherd fólkini kjakast um ymisk viðurskifti í grindadrápinum. Eisini hevur Kjartan Hoydal verið uppi í kjakinum. 

Pamela Anderson hevur stórar løtur sitið og blomstrað millum Sea Shepherd fólkini, men hon hevur av og á fingið onkrar kritiskar spurningar um, hvat hon veit um grindadrápið og hví hon vil steðga tí.