Baywatch-stjørnan Pamela Anderson hevur fleiri ferðir luttikið í tiltøkum hjá felagsskapinum Sea Shepherd. Í 2014 var Pamela Anderson í Føroyum og mótmælti grindadrápi, samstundis sum Sea Shepherd hevði herferð her.
Í dag fer Pamela Anderson at luttaka í einum mótmælistiltaki hjá Sea Shepherd í Kanada. Sea Shepherd og aðrir umhvørvisfelagsskapir eru ímóti laksaaling, tí tey halda, at alingin dálkar og skaðir villa laksin.
Mótmælistiltakið í dag er norðan fyri Quadra Island á kandisku vesturstrondini, stutt norðan fyri markið til USA. Sea Shepherd fer at mótmæla við skipinum RV Martin Sheen. Sambært Sea Shepherd er talan um friðarligt mótmæli.

Pamela Anderson mótmælir nú aling

