Tað gekk ikki sum ætlað hjá Sea Shepherd at fáa gitnu sjónleikarkvinnuna, Pamelu Anderson, til Føroya í dag.
Hon skuldi koma við privatflogfari í morgun, men av tí at veðrið var ivasamt, so valdu tey ikki at fara úr Danmark, sigur talskvinnan hjá Sea Shepherd í Føroyum við Info.
Hóast Pamela Anderson fer at royna at koma til Føroyar fríggjadagin, so hava tey kortini ikki avlýst tíðindafundin á Hotel Føroyum í dag klokkan 13. Pamela Anderson verður á tíðindafundinum, men tað verður yvir Skype.










