Pamela Anderson er nú heiðrað fyri stríð sítt ímóti grindadrápi í Føroyum í summar. Tað fortelur hon í eini svenskari sjónvarpssending hjá kenda vertinum, Skavlan. Hon fortelur, at ”prinsurin” í Montenegro hevur frætt um stríð hennara ímóti grindadrápið, at hann hevur sligið hana til riddara.
Men kanska hevur hon ikki fylgt so væl við í undirvísingini í skúlanum í landalæru, tí hon fortelur fyri Skavlan, at hon nú er ”grand dame” av Montenegro og greivinna av Monaco. Hon sigur, at prinsurin er ógvuliga umhvørvissinnaður og kensluborin og at hann var heilt bergtikin av stríði hennara ímóti grindadrápi. Hon sigur, at nú vil hon kallast ”Lady Pamela”.
|