Pamela Anderson fer av landinum í dag, um hon sleppur.
Hon sigur við in.fo, sum hitti hana á Hotel Føroyum í morgun, at hon er øðiliga væl nøgd við føroyatúrin higartil. Í gjár hevði hon verið úti og siglt og hugt seg runt um kring.
– Føroyar eru eitt órúliga vakurt og spennandi land, og fólkini eru so vinarlig. Eg gleði meg at sleppa at síggja meira av Føroyum í dag, segði hon.
Hon skal á ferð í Føroyum í dag, men hvaðar hon skuldi, visti hon ikki.
Saman við Pamelu Anderson vóru umboð frá Sea Shepherd og maðurin og sonurin.
Um pláss verður í flogfarinum, fer hon av landinum, annars bíðar hon.









