Arbeiðsfólk, sum Pam Offshore Service hevur í Noregi, fáa nú rós fyri dygdargott arbeiði. AKER Solutions rósar nú føroysku arbeiðsmegini, sum Pam Offshore Service hevur í Noreg.
Fyrr í ár hevði dóttirfelgið hjá MEST-samtakinum einki fólk eftir í Noregi, men nú hevur felagið aftur væl av arbeiðsfólki har yviri, harav einar 30-40 elektrikarar í Orminum Langa-verkætlanini í Egersund.
Henda velduga verkætlan skuldi ætlandi handast í november, men við tað, at verkætlanin er víðkað, verður hon nú ikk latin fyrr enn um ársskiftið.
Í seinasta starvsfólkatíðarritinum hjá Aker verður sagt um tann partin, sum Pam Offshore Service mannar, at her gongur væl, og at arbeiðsmenninir fáa nógv av skafti.
- Vit hava nógvar elektrikarar og rørleggjarar úr Føroyum, ið gera eitt megnar arbeiði. Hetta eru fólk, sum vit hava brúkt í øðrum verkætlanum, so vit vistu frammanundan, at teir arbeiða bæði skjótt og sjálvstøðugt.
Tað sigur innleggingarleiðarin, Bjørn Abrahamsen, í tíðarritinum hjá Aker.
Mouritz Mohr, stjóri í Pam Offshore Service, heldur tað vera hugaligt at frætta, at arbeiðsmenninir hjá felagnum gera ein góðan innsats, sum hann tekur til.
- Hetta kann vera við til at lyfta okkara førleika á eitt hægri støðið, sum vónandi ger tað lættari hjá okkum at fáa sáttmálar um nýggjar verkætlanir í Noreg framyvir, sigur Mouritz Mohr, stjóri.









