Hvussu var 2015 fyri teg, og hvør var størsta hendingin?
- Árið 2015 hevur verið eitt spennandi ár. Nógv ymiskt hevur verið á breddanum, bæði á heimafrontinum og í Vágs kommunu, og gleðist eg serliga um, at vit her á staðnum framhaldandi ganga fet rætta vegin. Størsta uppliving og hending í 2015 var, tá Páls Høll læt upp um miðjan oktober. Upplatingarhátíðarhaldið var ein stórsligin og kensluborin løta sum prógvaði, at vit kunnu næstan alt, bara vit standa saman.
Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.
Men, hvør var so keðiligasta upplivingin hjá borgarstjóranum í 2015?
- Eg eri sum heild sera positivur av lyndi og eri eisini skjótur at leggja keðiligar upplivingar aftur um meg, so eg dugi ikki at siga so nógv um keðiligar upplivingar í 2015.
Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?
- Árið í ár verður fylt við spennandi avbjóðingum. Í býráðshøpi vóni eg, at vit fáa gjørt Vág og Suðuroynna til eitt enn betri stað at liva og búgva í. Nógvar spennandi ætlanir, bæði á vinnuøkinum, innan ferðavinnu og á útbúgvingarøkinum eru á breddanum í komandi tíðini.
Dennis Holm sigur seg vóna, at suðuroyingar í felag kunnu virka fyri, at hesar ætlanir fara at eydnast í 2016.