Tað var í november í fjør, at Páls Høll fekk dagført móttøkuna.
Dagføringin hendi í samband við, at hølini á fyrstu hædd vórðu dagførd til venjingarmiðstøðina, Styrki Fitness.
- Síðan móttøkan fekk eitt andlitslyft, eru aðrar smærri dagføringar eisini gjørdar í Páls Høll, eitt nú sentrifugurnar til baðiklæðini, flisar eru skiftar, og hølir eru málað.
Í Vágs kommunu siga tey, at ætlanin er at fremja fleiri dagføringar í Páls Høll næsta ar.
Í november byrjaði Páls Høll eisini at selja svimjiútgerð í samstarv við Sport24 á Tvøroyri. Samstarvið ber við sær, at Páls Høll nú selur alt frá svimjiklæðum til svimjibrillur og svimjiblæur.
- Vøruúrvalið í Páls Høll verður dagført leypandi av Sport24, vita tey í Vágs kommunu at siga í dag.










