Tað kvøldið Olof Palme bleiv myrdur, hevði hann roynt at fáa lívverju at fylgja sær og konuni til hús, eftir at tey høvdu verið í biograf í Stockholm. Men hann fekk ikki fatur á trygdartænastuni. Tað skrivar blaðið Expressen.
Higartil hevur ljóðað, at Palme vildi ikki hava lívverju tað kvøldið, hann og konan, Lisbeth, vóru í biograf, men at hann hevði biðið lívverjarnar fara til hús.
Joakim Palme, sonur forsætisráðharrahjúnini, sigur við Expressen, at pápin hevði roynt at fáa fatur á trygdartænastuni fyri at fáa lívverju hetta kvøldið.
-Eg veit ikki, um hann hevði skeivt telefonnummar, ella hvat bagdi. Í hvussu er eydnaðist tað honum ikki at fáa fatur á trygdartænastuni, sigur Joakim Palme við blaðið.