Christer Pettersson bleiv ákærdur fyri at hava skotið Olof Palme í miðbýnum í Stockholm um kvøldið tann 28. februar í 1986. Men hann varð fríkendur, tí løgreglan kundi ikki finna eina grundgeving fyri, hví hann skuldi hava skotið forsætisráðharran.
Men tað var kanska heldur ikki so løgið, tí sambært einum nýggjum dokumentarfilmi var tað eitt mistak, at Olof Palme bleiv skotin. Í gjár segði ein vinmaður Christer Pettersson við Aftonbladet, at tað var Christer, sum myrdi forsætisráðharran, men at tað var ikki ætlanin. Tvær vikur áðrenn hann doyði í 2004, skal Christer hava sagt:
Eg skeyt Palme á Sveavegnum, men tað var ikki hann, eg skuldi skjóta.
Vinmaðurin, sum gongur undir dulnevninum Rogge, sigur við Aftonbladet, at Christer ætlaði fleiri ferðir at tosa við son Olof Palme, Mårten, so hann kundi greiða honum frá tí, sum hent var, og at hann var harmur um mistakið. Men sum skilst hittust teir ongantíð.
Ein annar vinmaður Christer Pettersson, Roger Östlund, segði í síðstu viku, at hann sá Christer Pettersson skjóta Palme, men at tað var eitt mistak.
Hann skuldi skjóta rúsevnasølumannin Sigge Cedergren, sigur Roger Östlund.
Roger Östlund sigur tað sama í nýggja dokumentarfilminum Tað skeiva morðið, sum svenski tíðindamaðurin Mikael Hylin og danski filmsmaðurin Lasse Spang Olsen hava gjørt. Í filminum kemur eisini fram, at svenska rúsevnaløgreglan var uppi í málinum, tí ein løgreglumaður hevði fjalt spor, sum kundu seta Palme-morðið í samband við eina uppgerð í rúsevnaumhvørvinum í Stockholm.











