Pallurin komin til landið

Summar Festivalurin roynir ein nýggjan og størri pall á ársins festivali

Hósdagin fer Summar Festivalurin av bakkastokki fyri 15.ferð, tá millum annað danski bólkurin Aqua fer á pall á stóra pallinum á Vágsbøi. 


Í Klaksvík eru fólk eisini longu farin at rigga til og tá vit tosaðu við Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum, fyrr í dag, upplýsti hann, at menn eru farnir til verka at seta upp stóra pallin á Vágsbøi. 


- Hann er komin til landið og er øðrvísi í ár enn undanfarnu ár. Vit hava havt ein mobilan pall, ið verður sett upp við einum trailaravogni, men hesaferð er hann eitt sindur øðrvísi og størri. Hesin skal byggjast upp frá grundini av. Tað tekur longri tíð og fara vit tí í gongd við tað beinanvegin, sigur Erik Biskopstø.


Fyrstu bólkarnir koma til Føroyar mikudagin, tá Aqua kemur til Føroyar. Søgur hava verið í miðlunum um, at forsangarin Lene Nystrøm er endað í rullistóli áðrenn framførsluna, men fyrireikararnir hava onga fráboðan fingið. 


- Tað havi eg eisini lisið í miðlunum, men vit hava onga fráboðan fingið um, at nakað er galið, sigur Erik Biskopstø. 


Festivalurin í ár er serligur, tí óvist er hvussu Vágsbøur fer at síggja út framyvir. Nýtt mentanarhús skal byggjast í miðbýnum og tað fer at ávirka økið kring stóra pallin. 


- Økið við Vágsbø fer at broytast, tí tá Summar Festivalurin er liðugur fer grunnurin fyri nýggja mentanarhúsið at byggja út á bønum, sigur Erik Biskopstø. 


Nýggi bygningurin skal standa millum posthúsið og politistøðina, har WC-vognar og ein barr plaga at vera.


- Tað vil siga, at næsta ár verður hetta staðið og ein partur av bønum eitt byggipláss. Vit vita ikki hvussu endaliga verkætlanin sær út, men tað kann vera, at nýggi bygningurin kemur út á bøin og soleiðis ávirkar festivalin framyvir.