Pallurin klárur

Ó ella ólavsøkukonsertin verður í kvøld og pallurin stendur uppi í Tórsgøtu. Í morgun hoyrist, at farið er undir ljóðroyndirnar.

Nógv virksemi er kring pallin, fleiri mans arbeiðia og tað er bæði við ljóði, og tað meira praktiska kring sjálvan pallin.

Beint áðrenn ólavsøkukonsertina er Faroe Pride á skránni og hettar tiltak endar eisini á pallinum í Tórsgøtu, har tónleikabólkar fara á pallin.

Í lætta sirminum nú fyrrapartin eru fyrireikingar í gongd og ljóðroyndirnar hava staðfest fyri ivaleysum oyrum kring Tórsgøtu, at talan verður um eitt ljóðupplivilsi við styrki og góðsku.