Síðan tíðliga í gjáramorgun hevur verið arbeitt á Tórsvølli við at gera klárt til
Elton John konsertina. Pallurin varð settur upp í gjárkvøldið og ljóð og ljós er nú
eisini klárt. Seinnapartin hava tónar av stóra pallinum ljóða um alla Havnina, so ein rættur
stemningur er longu skaptur rundanum konsertina við Elton John.
Inntil í lukkutíð í kvøld fáast atgongumerkir á Fast-støðunum kring landið. Frá í morgin verða atgongumerkir bert í Fast í Gundadali og við dyrnar (frá kl. 17.30).