Palli og Jústinus halda fram at venja kvinnurnar

Hjá kvinnunum hjá StÍF heldur Palli Joensen fram, sum høvuðsvenjari og Jústines Justinussen, sum hjálparvenjari.

 

– Kvinnurnar høvdu eitt gott kappingar ár í fjør. Palli og Jústines hava við sínum drúgvu –royndum bæði sum leikarar og venjarar, givið leikarunum neyðuga kropsligu og sálarligu venjingina til at klára seg at hava framgongd í fremstu deild, sigur Stranda Ítróttarfelag í kvøld.

 

Málið hjá teimum við liðnum var at fáa ein breiðari hóp, sum skuldi mannast við yngri leikarunum í felagnum. Kappingar árið endaði við einum 4. plássi og fýra nýggjum leikarum á liðnum. Og eru fleiri av hesum leikarum við at mynda bruttohópin á landsliðnum.

 

StÍF missir nakrar royndar spælarar, tvíburðarnir Oddrún og Fríðrún Danielsen, Barbara í Billustovu og Irena Dam fara uttanlands undir hægri lesnað. Eisini verður Birna Tummasardóttir burtur fyrra hálvu av kappingarárinum.

 

– Frágongdin merkir, at uppgávan í ár verður minst líka spennandi, sum í fjør. Vit eru tó bjartskygd og meta at komandi ár verður gott uppá allar mátar og vit seta álit á okkara venjarar á yngru deildunum, um at fáa støðuga tilgongd til fremstu deildina, sigur felagið.