Palli Lamhauge 70 ár

Í dag,11. juli, fyllir Joen Pauli, vanliga nevndur Palli, Lamhauge í Vestamanna 70 ár.

Palli er føddur og uppvaksin í Vestmanna. Hann er sonur Oluffu, f. Durhuus, ættað úr Garðastovu í Vestmanna og Jákup Andreas Jul Lamhauge, ættaður úr Lamba. Sum ungur arbeiddi Palli eina tíð hjá SEV. Í 1957-58 gekk hann á handilsskúla í Danmark. Í sambandi við at hann saman við øðrum føroyingum var á skeið í London, vitjaðu teir í enska parlamentinum, har fekk hann høvið at síggja ymiskar kendar politikarar sum t.d. Winston Churchill. Palli plagar at skemta við, at ætlanin var, at hann skuldi heilsa upp á Churchill, men hann, Palli, hevði ikki stundir til tess. Heim aftur komin róði hann út í Grønlandi í trý ár. 13. desember 1962 lat hann upp egnan matvøruhandil í Vestmanna, hesin handil hevur nú yvir 40 ár á baki. Í 1981 og 82 arbeiddi hann í Føroyingahavnini í Grønlandi. Síðan 1983 hevur hann havt skipaðan ferðafólkaflutning úr Vestmanna til tey kendu og stórfingnu Vestmannabjørgini. Í hesum arbeiði er hann komin at kenna nógv fólk, bæði kend og minni kend. Palli hevur koyrt í Saab bilum síðan 1967, hann man vera ein tann persónur í Føroyum, sum hevur koyrt longst í Saab. Bilurin ið hann hevur nú er tann fimti í røðini.
Palli er giftur við Hallgerð, f. Heinesen, ættað úr Sandavági, tey eiga børnini: Joan, Herdis, Jákup Andreas, Oddvør, Jens Martin og Fríðgerð.