Arkitekturin Palli Gregoriussen er boðsendur á fund í Rættarnevndini hjá løgtinginum, sum mánadagin fer at viðgera tey fýra tunnilsuppskotini, sum vóru til 1. viðgerð týsdagin.
Palli Gregoriussen lat nevndini eitt alternativt tunnilsuppskot, sum hevur eina heilt aðra farleið enn verandi uppskot.
Kostnaðurin fyri hesa nýggju farleið millum høvuðsstaðin og Eysturoynna er, sambært uppskotinum, 557 milliónir krónur. Í uppskotinum eru tveir styttri undirsjóvartunnlar, ein tunnil og tvey vegastrekki.
Til ber at lesa meira um alternetiva uppskotið hjá Palla Gregoriussen HER.
Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur sett at kalla allan mánadagin av til at hoyra ymisk tunnilssjónarmið.
Innkallingin í nevndina sær soleiðis út:
Kl 9.15 Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum saman við Landsverk
Kl. 9.45 Kommunusamskipan Føroya
Kl. 10.05 Føroya komunnufelag
Kl. 10.30 Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kl. 11.00 Felagið Peningarstovnar
Kl. 11.20 Føroya Verkfrøðingafelag
Kl. 11.40 Tunnil (P/F Norðoyartunnil og P/F Vágatunnil)
Kl. 12.00 Ráðið fyri Ferðslutrygd
Steðgur kl. 12.20-12.50
Kl. 12.50 Palli Gregoriussen, arkitektur
Kl. 13.10 Umboð fyri Articon
Her á síðuni ber framvegis til at siga sína hugsan um Skálafjarðartunniln. Tað gert tú ovast á breddanum á forsíðuni á in.fo – úrslitið av quick poll kanningini SÆST HER