Reiðaríið Palli hjá Mariannu í Klaksvík hevði aftur eitt gott ár í fjør, hósat úrslitið var heldur lakari enn í 2012, tá yvirskotið var slakar 74 milliónir kónur. Ársúrslitið fyri 2013 er 58 milliónir krónur.
P/F Palli hjá Mariannu er móðurfelagið hjá P/F Christiani í Grótinum, sum rekur M/S Christian íGrótinum, sum kom í mars í 2013. P/F Hvalnes, sum rekur M/S Norðborg, P/F Frá 5. juni 1992, sum eigur partabrøv í omanfyrinevdu partafeløgum, Sp/F 27. juni 2007, sum rekur kai- og ídnaðarøki í djúphavnini í Ánunum.
Sølan hjá Palla hjá Marionnu var 333,5 milliónir krónur. Bruttovinningurin var 195 milliónir krónur. Felagið hevur goldið 106,7 milliónir krónur í lønum og 14 milliónir krónur í skatti.
Sølan hjá P/F Palla hjá Marionnu øktist í fjør við sløkum 23 milliónum í mun til 2012. Felagið sigur í leiðslufrágreiðingini, at hóast bæði silda- og makrelkvoturnar øktust í 2013 í mun til 2012, so øktist sølan ikki tilsvarandi. Orsøkina sigur felagið vera lægri prísir.
– Høvuðsgrundin til at úrtreiðslurnar eru hækkaðar við 24 milliónum er, at økt kvota merkir økta framleiðslu, og økt framleiðsla viðførir øktan framleiðslukostnað. Harumframt er tilfeingisgjaldið hækkað við góðum 7 milliónum krónum til 20,5 milliónir krónur, sigur felagið um orsøkina til, at úrslitið er minkað í mun til úrslitið í 2012.
Ognin hjá P/F Palla hjá Mariannu er til samans 845 milliónir krónur, og eginpeningur felagsins er 398 milliónir krónur. Partaeigararnir fingu tilsamans 5,8 milliónir krónur í vinningsbýti.
Eigarar í P/F Palla hjá Mariannu eru Kristian Martin Rasmussen í Klaksvík og synir, Jón Rasmussen, Eyðun Rasmussen og Bogi Rasmussen. Stjóri er Eyðun Rasmussen.