Størsta listaframsýningin í Danmark uttan fyri Keypmannahavn er tann árliga Vrå-framsýningin, sum í ár letur upp nú sunnudagin 27. juli. Tað eru fólk við tilknýti til sonevnda Listabygningin í Vrå, sum skipa fyri og eru við á framsýningunum. Í ár hava tey m.o. boðið J.P. Gregoriussen arkitekti at vera við á framsýningini, sum er opin til 24. august. Á framsýningini vísir Palli byggilist, skrásetingar av føroyskum kirkjubygningum og tekningar úr Havnini. Hann hevur fingið tillutað 9 metrar av framsýningarveggi í Kunstbygningen.
Kunstbygningen er felags framsýningarhøli hjá teimum gott og væl fjøruti limunum. Teirra millum teljast fólk, ið m.a. eru kend fyri listarligu avrik síni, eitt nú listamálarin Svend Engelund, arkitektarnir Inger og Johannes Exner, sum m.a. eru kend frá endurbyggingini av Koldinghus, John Olsen, Erik Heide, Jette Vohlert, Peter Hentze, Bent Exner og Poul Winther, bert fyri at nevna nøkur teirra.
Gestaframsýnararnir í ár eru seks í tali. Umframt Palla Gregoriussen eru Karin Birgitte Lund, Lars Pedersen, Poul Schöbel, Torben Schønherr og Anna Brix Studsholt.
Kunstbygningen liggur í Vrå í Norðurjútlandi og virkar sum framsýningarhøli hjá teimm mongu, ið hava sýnt fram listaverk á Vrå-framsýningunum. Í ár eru 60 ár síðan Svend Engelund tók stig til Vrå-framsýningina, sum hevur verið hildin í listahølunum hjá háskúlanum í Vrå á hvørjum ári síðan. Sjálvur bygningurin er bygdur í 1992. Vanliga verða einar fimm framsýningar hildnar um árið, og tær fevna um umsar greinir innan myndlistina; málningalist, standmyndir, listahandverk og arkitektur, fotolist og grafikk. Í løtuni verður arbeitt við at víðka Kunstbygningen, sum er 320 fermetrar, til 800 fermetrar.