TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Palla Augustinussen, liðskipara hjá FC Suðuroy, aftaná FC Suðuroy hevði tryggjað sær eitt stig í einum 0-0 javnleiki ímóti HB í Gundadali.
Palli iðrar seg um, at FC Suðuroy ikki legði seg á odda, tá teir fingu brotsspark, men hann ásannar, at teir vóru trýstir ímóti dystarenda, og tí var hann samlað nøgdur við at fáa eitt stig. Palli er serliga fegin um leikliga avrikið í fyrra hálvleiki, sum FC Suðuroy legði fyri dagin.










