S P/F Ergo & Hjálpartól við Beintu við Sandá Lassen hevur keypt "Palle Bager´s hús", eisini nevnt húsini hjá Conrad Skaale í J. C Svabosgøtu í Havn.
Ergo & Hjálpartól hevur higartil hildi til í leigaða bygninginum við síðina av Palle Bager. Ergo & Hjálpartól fegnast um góðu gongdina sum hevur gjørt tað møguligt at ogna sær bygningin, sum er uml. 400 m2 til støddar.
Í tí nýggja bygninginum fer Ergo & Hjálpartól at víðka um virksemi sítt, og far umframt nógv størri framsýningar- og handils-hølið, eina nógv betri egnaða viðgerðastovu til ergoterapiina sum felagið eisini umfevnur.
Ergo & Hjálpartól flytir inn í høllini tá umvælingin er liðug.










