Pallborðsfundur um útbúgvingarstuðul

Fíggjarviðurskiftini hjá teimum lesandi standa ovast á skránni, tá útbúgvingarstuðulsskipanin hjá teimum lesandi verður endavend á pallborðsfundi í Útvarpshøllini hóskvøldið klokkan 1930

Hóskvøldið komandi klokkan 1930 verður pallborðsfundur í Útvarpshøllini við evninum útbúgvingarstuðul.

Tað er Sosialsistiskt Ungmannafelag, sum skipar fyri fundinum.

? Tað var á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík í apríl í fjør, at vit heittu á Javnaðarflokkin um at prioritera tey ungu lesandi hægri, sigur Eilin Jørgensen, úr SU.

Hon sigur, at alt ov lítið hevur verið gjørt við at bøta stuðulsviðurskiftini hjá teimum lesandi síðani útbúgvingarstuðulin í 1988 kom á føroyskar hendur. Heldur tvørturímóti er stuðulin minkaður, sigur hon.


Nýtt uppskot er á veg

Arbeitt verður í løtuni við at gera broytingar í skipanini, og er skotið upp at stuðulin verður broyttur. Endamálið er at hækka stuðulin hjá teimum, sum eru yvir 18 ár, meðan hann verður lækkaður hjá teimum, sum eru undir 18 ár. Eisini er skotið upp at bólka útbúgvingarnar, og her er tað, at Sosialistiskt Ungmannafelag rópar varskó.

? Hetta ber als ikki til. Fólkini eru tey somu, um tey ganga á HF ella um tey ganga á Læraraskúlanum, sigur Eilin Jørgensen.

? Vit fegnast sjálvandi um, at okkurt verður gjørt við stuðulsskipanina, tí tann verandi skipan er alt ov vánalig. Okkara samfelag krevur lesandi fólk, og tí er tað eisini skyldan hjá samfelagnum, at veita hesum fólkum rímulig útbúgvingarkor, heldur Eilin Jørgensen.

? Endamálið við pallborðsfundinum er sjálvandi eisini at tey ungu lesandi sjálv kunnu seta síni fingramerki á endaliga uppskotið, leggur hon afturat.


Arbeiðsbólkurin

situr við pallborðið

Við pallborðið situr arbeiðsbólkurin, sum Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum setti at gera uppskot til nýggja skipan. Í bólkinum eru: John Rajani, leiðari á Stuðulsstovninum, Bjørg Róin, lestrarvegleiðari, Páll Isholm, umboð fyri LFÚ. Umframt hesi er eisini Flóvin Eidesgaard, formaður í MFS og Rói Jacobsen, formaður í LFÚ.

Pallborðsfundurin er almennur, og Eilin Jørgensen væntar, at nógv ung møta upp fyri at vísa sína hugsan um, hvørt vit skulu hava eina rímuliga stuðulsskipan ella ikki.